Svoboda | Graniru | BBC Russia | Golosameriki | Facebook

Síðsta útkall hjá KÍ

Síðsta útkall hjá KÍ
KÍ vitjar HB í Gundadali seinnapartin. Við sigri spælir KÍ seg inn aftur í oddastríðið, men tapa klaksvíkingar, er kjansurin, at endurvinna føroyameistaraheitið, helst rokin
Klaksvíkingarnir hava knívin á barkanum, tá teir vitja HB í dag.
Mynd: Leit  
 
23.06.2024 - 14:13

Í dag er helst síðsta útkall hjá KÍ.

Klaksvíkingar vitja HB í Havn, og vinna teir, hava teir spælt seg inn aftur í oddastríðið í Betrideildini við monnum. Tapir KÍ harafturímóti, er ilt at ímynda sær, at teir megna at endurvinna føroyameistaraheitið í ár.

KÍ er rættiliga skert til dystin í dag. Cedric Yambere, Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen eru leikbannaðir, meðan millum annað Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Jákup B. Andreasen eru skaddir.

HB og Víkingur eru seks stig framman fyri KÍ sum er, og munurin kann vaksa upp í níggju. Við gongdini hjá oddaliðunum báðum í huga er tað helst ov nógv at vinna aftur.

Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 17.00, og Kringvarpið sigur frá dystinum beinleiðis í útvarpinum.


Áki Samuelsen skeyt hattrikk ímóti 07 Vestur í seinasta umfari. HB-framherjin er næstfremst á toppskjúttaralistanum. MYND: Leit 

 

Víkingur skulu takast við toftamenn

Júst Víkingur er stórfavorittur á heimavølli ímóti B68. Síðan teir ljósabláu taptu í Klaksvík í mai, hava teir vunnið fýra dystir á rað - millum annað ímóti KÍ í Klaksvík - og tey eru neyvan nógv, sum geva B68 stórvegis kjansir í dag.

B68 hevur havt tað torført í ár, men fýra lívsneyðug stig eru komin til høldar ímóti EB/Streymi og B36 síðstu umførini. Fáa menninir hjá Jákupi á Borg nakað burturúr í dag, taka teir nógv á bóli.

 

Magne Hoseth skal hava trý stig

Í hinum báðum dystunum í dag, tekur ÍF ímóti B36, har Magne Hoseth skal royna at fáa sín fyrsta landskappingarsigur, meðan EB/Streymur, sum framvegis er í niðurflytingarstríði, vitjar NSÍ í Runavík.

Í morgin tekur Skála ímóti 07 Vestur undir Mýruhjalla. Vinna Skálamenn yvirhála teir 07 Vestur og koma upp á 6. pláss.

 

14. umfar í Betrideildini

Sunnudag:

15.00: 
ÍF - B36 
Víkingur - B68
NSÍ - EB/Streymur
17.00: HB - KÍ

Mánadag:

19.00:
Skála - 07 Vestur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177360
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215